Nú komið er undir land við at berja niður kinverska corona virusið, halda vit, at tíðin er komin at venda eyguni móti einum øðrum virus, sum er farið heilt út av kontrol her á landi, nevniliga Posta.
Posta hevur lógarásettan einkarrætt at handfara postflutning í Føroyum, og tekningarreglur felagsins áseta greitt, at “endamál felagsins er at reka postvirksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.”
Serrættindi felagsins hava seinastu árini givið eina árliga nettosølu uppá stórt 100 mill. kr. Ársúrslitið hevur tó verið nakað lakari – bert nakrar fáar 100 tús. kr. og í 2020 eitt minus uppá knappar 2,4 mill. kr.
Fyri at bøta um vánaligu fíggjarligu støðuna hevur Posta seinnu árini roynt at hugsað nýtt og er farið undir nógv annað virksemi enn tað, felagið varð sett í verðina at taka sær av. Og her er tað, at ketan, í okkara verð, loypir av. Tí hví skal Posta, sum hevur ein einkarrætt í 100 mill. kr. klassanum, sleppa at kappast við privatar fyritøkur á økjum, sum als ikki eru teirra kjarnuøki? Og til kappingaravlagandi treytir?
Posta bjóða seg nú fram sum havnaagent, og vit hava dømi um, at teir ikki himprast við at tryggja sær uppgávur fyri reinan undirprís. Hetta letur seg sjálvsagt bara gera, tí felagið hevur eina almenna ressourcu at dúva uppá – eina ressourcu, ið eingin kappingarneyti hevur.
Posta bjóða seg eisini fram við bingjuflutningi – skulu m.a. til at útflyta fisk og annað í ójavnari kapping við onnur privat flutningsfeløg.
Harumframt hevur Posta í eina tíð eisini ført seg fram sum pizzaútkoyrara til ungfólk og matútkoyrara til eldri borgarar í Havn.
Áðurnevndu dømi eru bert nøkur fá úr rúgvuni.
Umframt at Posta, í ójavnari kapping, roynir at ota seg inn á øki, har teir ikki hoyra heima, so tykjast teir leggja líka í øki, ið hoyra til teirra kjarnuøki. Her hugsa vit serliga um útkoyring av bløðum. Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum og nevndarlimur í Prentmiðstøðini, hevur í fleiri umførum kært sína neyð um vánaliga tænastu og ovurhonds høgar prísir. Og nú noyðist Prentmiðstøðin at lukka biksina, tí at Posta av sínum eintingum hava hækkað prísin fyri úrkoyring av bløðum við eini 300 prosentum.
Í okkara hugaheimi er kapping í útgangsstøði nakað positivt. Men talan má vera um javnbjóðis kapping. Eingin hevði tikið tað illa upp, um Joel undir Leitinum ella onkur annar hevði stovnað sær eitt smápartafelag og bjóðað seg fram sum havnaagent, pizzaboð ella okkurt triðja. Men at fara undir kapping undir almennum hatti og við óavmarkaðum almennum ressourcum í rygginum er hvørki javnbjóðis ella rímiligt.
Hentzar Steingrímsson
Tor Shipping
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo