Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað hevur vakt ans hjá summum at Sirkus Baldoni, sum í ár vitjar Føroyar fyri 17. ferð, á summum av upphongdu plakatunum heitir á fólk sum ætla sær í sirkus at gjalda við donskum seðlum.

Á sosialu miðlunum spyrja fólk, hví so man vera, og gitt verður dúgliga um hetta er fyri at krógva inntøkur fyri skattavaldinum og spurt verður, um tað yvirhøvur er loyvt at ferðast úr Føroyum við stórum upphæddum í reiðum peningi.

Men tað hevur avgjørt onki við svartar pengar at gera, at tað á summum plaktum hjá Sirkus Baldoni stendur, at tað er eitt gott hugskot at hava reiðan pening, helst danskar seðlar, við sær í sirkus. Tað bedýrar Camilla Frimann, pressutalsfólk fyri sirkussið, tá VP fregnast.

- Absolut ikki. Tað er simpulthen tí, at netsambandið er so vánaligt nógvastaðni, har vit koma, at tað kann vera trupult at avgreiða gjaldingarnar við korti, sigur Camilla Frimann, sum júst er í gongd við at selja atgongumerki til sirkussið sum verður í Sørvági í kvøld.

- Men tit skriva, at tit helst vilja hava danskar seðlar?

- Ja, tað er bara tí, at so sleppa vit undan at veksla tá vit koma heim, sigur Camilla Frimann, sum ikki heilt veit hví, tað er komið at standa á summum plakatum, men ikki øllum, at best er at hava reiðan, danskan pening við sær, um ein ætlar sær at hyggja.

- Men fólk flest vilja væl gjalda við korti?

- Ja, tað er rætt. Men sjálvt í Danmark hava vit hesar trupulleikarnar við netinum. Tað gongur nógv skjótari og lættari, um fólk bara gjalda kontant, sigur pressutalsfólkið hjá Sirkus Baldoni.

Hon leggur afturat, at tey altíð verða væl móttikin og áhugin fyri at koma at hyggja er stórur.

Les eisini: Danskt sirkus við føroyingar: Minnist til danskar seðlar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo