Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vit hoyrdu í Degi og Viku í gjár, at tíðin er búgvin til, at kommunur í Føroyum í størri mun gera íløgur í at keypa telduútgerð til næmingar í føroyska fólkaskúlanum. Møguliga er Coronasóttin við til at seta gongd á KT-tøkni í dagligu undirvísingini.

Vága Kommuna hevur í longri tíð raðfest at gera KT-íløgur í Skúlanum á Giljanesi. Langt áðrenn nakar kendi til Covid 19. Næmingar í 8. og 9. flokki hava hvør sína arbeiðsteldu. Teldurnar hava verið í skúlastovuni, men í hesum Coronatíðum hava næmingarnir fingið teldurnar við sær heim til húsa at nýta sum eitt arbeiðsamboð.

Í seinastu viku arbeiddi skúlin við at gera teldurnar hjá lærarunum klárar soleiðis, at allir lærarar í Skúlanum á Giljanesi hava eina arbeiðsteldu heima. Hetta arbeiðið er nú liðugt.

Ætlanin var eisini, at næmingarnir í 7. flokki skulu hava hvør sína teldu í skúlastovuni. Hesar verða framleiddar í Kina. Tíverri eru teldurnar ikki komnar vegin fram enn. Vøra úr Kina er seinkað orsaka av Corona-sóttini. Vit hava fingið at vita, at teldurnar ikki vera skúlanum í hendi, fyrr enn umleið ein mánað.

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo