Tórshavnar kommuna: Ovastevnan, sum hevur fleiri enn 25 ár á baki, er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum, og í ár verður hon leygardagin 17. august.
Bygdastevnurnar eru nógvar, men ovastevnan í Nólsoy er nakað serstakt, og eftir ólavsøkuna og festivalarnar man ovastevnan mangan hava verið mest vitjaða stevna í Føroyum.
Ovastevna er stevnan í Nólsoy har bygdafólkið ger alt, tey eru ment at bjóða tær vælkomnum og vísa tær, hvussu stuttligt, hugnaligt og gott tað er at vera í Nólsoy. Ovastevna er stevnan fyri alla familjuna og hevur heilt víst okkurt til tín, líkamikið hvør tú ert. Skráin er løgd soleiðis, at tiltøkini, sum eru fjølbroytt, eru allan dagin og byrja longu leygarmorgunin. Hetta eru ikki bara typisk stevnutiltøk, men eisini tiltøk, sum geva ein brellbita av gerandisdegnum í Nólsoy.
Í Nólsoy er ríkt tónleikalív, og nólsoyingum dámar væl at syngja og spæla. Hetta sæst eisini aftur í ovastevnuskránni. Tónleikurin setur dám á stevnuna. Livandi tónleikur og framførslur eru á keiini gjøgnum dagin, út á kvøldið er felagssangur undir Mikkjalsveggi, tá vit tríva í kendar føroyskar sangir og lokalar slagarar. Við hesum eru lunnar lagdir undir eitt ordans bygdaball. Kendir tónleikarar fara at spæla í tjaldinum á keiini og um tú hevur hug til ein sving-om er eisini møguligt at leggja leiðina eystur í Royndarhúsið har tónleikarar spæla til góðan bygdadans. Sjálvandi verður eisini farið uppá gólv.
Flest øll tiltøkini á ovastevnu eru ókeypis, og møguligt er at koma um Nólsoyarfjørð nærum hvønn tíma.
Samlaðu skránna sært tú á leinkinum niðanfyri. Tú sært eisini tiltøkini á tímin.fo, har tú kanst leggja tey í kalendaran á snildfonini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo