VEKS: Væleydnað brandvenjing var á Korndalsbýlinum á Eiði hósdagin.
Sløkkiliðsleiðarin hjá Eiðis sløkkiliði, saman við eygleiðarum frá Fuglafjarðar sløkkiliði, vandu saman við starvsfólkunum hendan dagin. Venjingin hevði fokus á fráboðan til 1 1 2 og evakuering av "húsfólkinum" í niðaru hædd.
Venjingarnar eydnaðust væl. Alt gekk væl, skjótt og trygt fyri seg, og øll búfolkini vórðu evakueraði í øllum góðum. Starvsfólkini vóru rólig og megnaðu væl at handfara hesa hættisligu støðuna, og fingu góðar royndir av venjingini.
Venjingarnar verða framyvir lagdar í fasta afturvendandi legu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo