Ongin kirkjugongd verður jólaaftan og jóladag, hevur leiðslan í fólkakirkjuni avrátt. Tað eru nógv vaksandi tølini av koronasmittu sum eru orsøkin.
Men ráð eru fyri tí, siga tey í Hoyvík. Tí har fara tey at hava guðstænastu uttanfyri, um tað viðrar
Guðstænastan byrjar klokkan 16.
Talan er um eina stutta guðstænastu við sálmum og jólaprædiku, og mælt verður til, at fólk taka sálmabókina niður sum app at syngja úr.
Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, prædikar.
- Vónandi viðrar, og heitt verður á fólk um ikki at seta bilarnar á sjálvt parkeringsplássið við kirkjuna, men heldur á p-plássini nærhendis, sigur prestur í stuttum tíðindaskrivi, hann hevur sent miðlunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo