Upprunaliga útsjóndin av hesum stásiliga bygningi átti at verið friðað. Húsið varð teknað og bygt av - helst Føroya fyrsta arkitekti - um aldarmóti 1900, ið var Niclas Johan Niclasen (1871-1906) ættaður av Úti á Bø.
Pápi Niclas Johan, Joen Erik Niclasen (1835-1885) var systkinabarn til kenda reiðaran Pola í Dali, sum læt húsið byggja.
Niclas lærdi at tekna á Vallekilde Háskúla árini 1894/96, ið hevði eina framúr byggideild, har sum aðrir hegnismenn seinni lærdu á við: Magnus á Kamarinum (1874-1921) í 1895/97, Hans á Reyni (1877-1952) í 1901/03, Hans C. W. Tórgarð (1885-1957) í 1907/08 og Sofus Johan Hofgaard í 1907/08, sum seinni helt fram á kgl. akademiinum, og tískil helst er okkara fyrsti sonevndi arkitektur MAA.
Arnstein Niclasen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo