Hagstovan: Í september vóru slakar 23.400 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Nú sæst av álvara, at fleiri útlendingar gista aftur á gistingarhúsunum, meðan talið av føroyingum minkar samsvarandi.
Gistinæturnar vóru góðar 200 færri í september samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í september vóru sløk 90% av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað er á leið sama býti sum í september í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo