Lea Kampmann hevur seinastu árini gjørt vart við seg, sum ein tann bjartasta stjørnan á føroyska tónlistarliga himmalhválvinum, nú kemur so fyrsta útgávan, og tað verður hátíðarhildið við útgávukonsert í spælistaðnum í Tórsgøtu, Reinsarínum.
Fløgan hevur verið leingi á veg, og spenningurin er tí stórur, nú eitt av okkara mest lovandi endiliga er tøk á fløgu.
Á konsertini hevur Lea savnað tónleikararnar, ið hava spælt fløguna inn við henni, og taka tey okkum við á eina tónleikaferð gjøgnum løgini hjá Leu.
Songkvinnan Rebekka Petersen hitar upp, og síðan fara Lea og bólkurin á pall.
Konsertin er kl. 20.00 mikukvøldið 18. oktober.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo