Hagstovan: Fyrstu 11 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 14,3% meir enn somu mánaðir í fjør.
Samlaði útflutningurin var 8,9 milliardir krónur fyrstu 11 mánaðirnar í 2021. Somu mánaðir í 2020 var útflutningurin 7,8 milliardir krónur.
Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð útflutt fyri 8,7 milliardir fyrstu 11 mánaðirnar.
Laksaútflutningurin er vaksin 31,3% og var 4 milliardir krónur fyrstu 11 mánaðirnar í 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo