Hagstovan: Útflutningurin í februar er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið februar 2023 til januar 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er vaksin 280 milliónir krónur, ella 2 prosent. Vøksturin stavar serstakliga frá vøkstri í útflutninginum av lýsi og fiskamjøli, ið er vaksið ávikavist 402 og 426 milliónir krónur.
Útflutta nøgdin av laksi minkaði við góðum 4 túsund tonsum, ella 5%. Virðið er tó á leið tað sama sum í undanfarna tíðarskeiðið.
Bæði útflutningsvirði og -nøgd av sild er farið upp. Útflutningsvirðið er vaksið við 92 milliónum krónum, meðan nøgdin er vaksin góð 18 túsund tons, ella 31%.
Onnur fiskasløg eru minkaði bæði í virði og nøgd. Størsta minkingin sæst í útflutningsvirðinum fyri tosk og makrel, ið minkaði ávikavíst 140 og 192 milliónir krónur.
Talva niðanfyri vísir útflutningin skiftan á ISSCFC fiskavørur. Tað hevur seinastu árini verið ein vøkstur í útflutninginum av fiskamjøli, fóðuri og lýsi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo