Hagstovan: Útflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 6,7 milliardir krónur. Hetta eru 1,6 milliardir krónur, ella 32%, meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Útflutningurin av makreli er vaksin nógv í tíðarskeiðnum, tí makrelkvotan varð fiskað seinni í fjør, enn vanligt er.
Laksaútflutningurin heldur fram at vaksa. Hetta tíðarskeið er útflutt fyri 3 milliardir krónur. Virðið er hækkað 707 milliónur krónur ella 30%. Prísurin er góður, tí nøgdin er minkað við 5 túsund tonsum ella 12%.
Gongdin er góð fyri tosk og hýsu. Útflutningsvirðið er hækkað 214 milliónir krónur, ella 42%, fyri tosk og 60 milliónir krónur, ella 63%, fyri hýsu. Nøgdirnar av toski og hýsu eru vaksnar ávikavist 15% og 14%.
Útflutningurin til Russlands var 19 milliónur krónur í juli 2022. Hetta er næstan alt brennievni og onnur útgerð til russisk skip.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo