- Tað var ikki sett nakað met á hesum jubileums-festivalinum, tá hugsað verður um fólk, men met var sett í turrum døgum, sigur Erik Biskopstø dagin eftir Summarfestivalin.
- Eg haldi ikki at tað nakrantíð fyrr hevur verið turt á øllum konsertunum, men tað var tað í ár, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum.
Hann metir at tað vóru um 10.000 fólk á festivalinum í ár. Tá eru tónleikarar, fríbilettir og børn íroknað.
Umframt at Summarfestivalurin eydnaðist framúr væl í ár, so var hann eisini endin á einum tíðarskeiði við núverandi øki á Vágsbøi.
- Hetta var seinasti festivalur soleiðis sum hann hevur verið hesi 15 árini, tí økið verður broytt til komandi festival, tað vil siga í 2019.
- Vit vita ikki enn, hvussu ætlanin er at broyta økið, sigur Erik Biskopstø.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo