Richard Haass, sum hevur verið uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá fýra amerikanskum forsetum heldur at í dag er tað USA sum er størsta hóttanin í heiminum.
71 ára gamli Haass gevst í hesum døgum sum leiðari í máttuga hugskotsbankanum Council on Foreign Relations og er í tí sambandinum intervjuaður av The New York Times.
Spurdur hvør hann metir er størsta hóttanin móti friði og trygd í heiminum í dag, er hann sera greiður í svarinum:
– Tað eru vit.
– Innanríkispolitisku støðuna hjá okkum er tað eingin sum ynskir at eftirlíkna. Tað ger tað sera toført hjá okkara vinum at hava álit á okkum, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo