Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russland er farið at fáa argumentini uppá pláss fyri at fremja eitt álop við lív- og evnafrøðiligum vápnum ímóti málum í Ukraina.

Tað heldur USA eftir at Russland hevur ákært USA fyri at vera í holtur við at menna lív- og evnafrøðilig vápn í starvsstovum fleiristaðni í Ukraina. Kina hevur seinni ígjøgnum ein talsmann frá uttanríkisráðnum stuðla russisku ákærunum, men USA hevur avgjørt víst øllum skuldsetingum aftur.

- Nú tá Russland er komið við hesum følsku uppáhaldunum, og Kina eftir øllum at døma stuðlar hesi propagandaherferðini, eiga vit øll at halda eyguni eftir russum og vita, um teir fara at brúka kemisk ella biologisk vápn í Ukraina, sigur Jen Psaki, talskvinna í Hvítu Húsunum sambært The Guardian.

Russland hevur áður ikki drála við at brúkt vápn av hesum slagnum, eitt nú í krígnum í Sýria.

Evnafrøðilig ella kemisk vápn kunnu til dømis vera eiturgass, og lívfrøðilig ella biologisk vápn kunnu vera ymsar smáverur sum spjaða sjúku og deyða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo