- Russarar brúka øll vápn fyri at fáa síni herfólk at makka rætt. Noktar tú at gera herskyldu fært tú eina kúlu fyri pannuna.
Talsmaðurin fyri amerikanska trygdarráðið, John Kirby, legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann í gjár úttalaði seg um gongdina í krígnum ímillum Russland og Ukraina. Hann segði, at Russland alla tíðina er fyri munandi tapi, bæði tá tað snýr seg um hermenn og hernaðarútgerð.
- Vit hava upplýsingar um, at Russland hevur avrætta hermenn, sum nokta fyri at lýða boðum, teir fáa. Vit hava eisini upplýsingar um, at yvirmenn hava hótt við at avrætta heilar herdeildir, um tær taka seg aftur av hermótinum, segði hann og legði afturat, at hetta er átaluvert og líkist ongum.
Orðini hjá John Kirby fullu samstundis sum russar leggja nógva orku í at taka eysturukrainska býin Avdijivka.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo