John Kirby, talsmaður fyri US National Security Council, sigur seg vita, at Hamas brúkar ávís sjúkrahús í Gazageiranum, teirra millum al-Shifa.
Tað skrivar Haaretz út frá pressubriefing í dag, sambært TV 2.
Miðilin skrivar hartil, at John Kirby hevur sagt, at Hamas eisini brúkar tunlarnar undir sjúkrahúsunum til fjala og stuðla sínum hernaðarligu atgerðum og til gíslarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo