Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hoyvíkar kirkja: Næstu dagarnar hendir nógv í Hoyvíkar kirkju. Urguvígsla og konsert verður sunnudagin. Mikukvøldið fer heimskendi Oliver Latry at hava konsert. Hann er dómorganistur í Notre Dame í París

Sunnudagin 1. mai kl. 11 verður nýggja urgan í Hoyvikar kirkju vígd undir guðstænastuni.  Bergtórur Bjarkhamar prædikar og organistarnir við kirkjuna, Albert Pætursson, Anita Ellendersen og Ólavur Jøkladal, spæla. Biskupur Jógvan Fríðriksson fer at víga orglið og Gudmund Mortensen, sum hevur verið vegleiðari í samband við orglubyggingina, fer at siga nakað um nýggja orglið og framføra eitt orgulstykki eftir Olivier Messiaen.

Eftir guðstænastuna verður bjóðað til kaffi í kirkjukjallaranum, og høvi verður hjá fólki at fara uppá loftið síggja orglið.

Um kvøldið kl. 19.30 verður konsert við orgulspæli og kórsangi. Tórshavnar manskór undir leiðslu av Bjarna Restorff og Kára Bæk fer at syngja - bæði saman við orglinum og uttan fylgispæl. Barnakórini á Musikkskúlanum undir leiðslu af Joannu Johansen og Edith Dahl Jakobsen fara at syngja tríggjar sangir við orgulfylgispæli. At enda fer kórið Glymur undir leiðslu av Hans Olivur Joensen saman við Tórshavnar manskóri, orgul og messingkvartet at framføra tríggjar norðurlendskar sálmar - úr Svøríki, Noregi og sálmin hjá Martin Joensen “Uttan teg”. Hetta er ein frumframførsla av skipan av sálmunum, sum svenska tónaskaldið og tónleikasamskiparin Per Gunnar Petersson, hevur gjørt. Ólavur Olsen, Johan Hentze, Maria Wang Reinert og Jens Knudsen spæla messingkvartet. Ungi organisturin Ari Hammer Joensen fer eisini at framføra kenda orgulverkið hjá J. S. Bach, Toccata og fuga í d-mol.

Vígsluhátíðarhaldið heldur á fram mikukvøldið 4. mai kl. 19.30, tá ið kendi franski organisturin Olivier Latry fer at hava konsert við orgultónleiki eftir m.a. Bach, Vierne, Duruflé og Langlais á skránni.

Olivier Latry er heimskendur organistur og er ein av dómorganistunum við Notre Dame kirkjuna í París. Við hesa konsertina verður høvi hjá kirkjufólkunum at lata inn eina gávu til kirkjuna. Eftir konsertina verður kaffi í kirkjukjallaranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo