Svar upp á fyrispurning nr. 52-004/2024 eftir § 52a í tingskipanini um afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar, frá Johan Dahl, løgtingsmanni
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat er status við arbeiðinum at broyta lógina um heilsutrygd í sambandi við afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar?
2. Nær kann væntast meira nágreiniliga, at lógaruppskot verður lagt fyri tingið?
3. Hví hevur tað tikið so langa tíð at koma í tingið við hesum málinum ella einum lógaruppskoti?
4. Hvat er endaliga metta endurgjaldið til teir/tey, sum hava goldið heilsutrygdargjaldið av órøttum?
Til spurning 1 og 2:
Í apríl 2024 fekk landsstýriskvinnan í heilsumálum undirtøku á landsstýrisfundi fyri at fara undir arbeiðið at tilevna lógaruppskot um broyting í heilsutrygdarlógini, soleiðis at heimild fæst til at rinda heilsutrygdargjald aftur í tíð til persónar, sum av órøttum hava goldið heilsutrygdargjald. Ein arbeiðsbólkur hevur síðani arbeitt við at lýsa málið og tilevna lógaruppskot.
Ætlanin er at leggja uppskot til løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi fyri Løgtingið í hesari tingsetuni.
Til spurning 3:
Lógaruppskot um afturrindan av heilsutrygdargjaldið hevur verið lagt fyri Løgtingið áður. Táverandi landsstýriskvinnan í heilsumálum legði í mars 2017 uppskot um broyting í heilsutrygdarlógini um undantak í gjaldsskylduni fyri Løgtingið (LM107/2016). Málið fekk fyrstu viðgerð í Løgtinginum og var síðani beint í Trivnaðarnevndina. Av tí, at málið ikki kom út aftur úr Trivnaðarnevndini, fall málið burtur, tá ið tingsetan endaði.
Málið var síðani lagt fyri í Føroya Rætti. Táverandi landsstýrismaður metti ikki, at meira skuldi gerast við málið, fyrr enn málið var liðugt viðgjørt í rættarskipanini. Á heysti 2021, kom Føroyar rættur til ta niðurstøðu, at Heilsutrygd ikki kann krevja heilsutrygdargjald frá persónum, ið longu hava goldið eitt gjald til eina sosiala skipan í øðrum landi, ið er fevnt av Nordisk Konvention om Social Sikring. Málið bleiv kært til Eystara Landsrætt, sum avvísti málið vísandi til, at Heilsutrygd ikki hevði rættarmálsføri at stevna pørtunum í mun til avgerðirnar hjá kærunevndini.
Heilsutrygd søkti síðani Procesbevillingsnævnet um at sleppa at royna málið í Hægsta rætti, og har fáa avklárað tann materiella spurningin um samanspælið millum § 55 í Stýrisskipanarlógini og gjaldsskyldu sambært løgtingslóg, sum er í stríð við Nordisk Konvention om Social Sikring. Heilsutrygd fekk tó í februar 2024 noktandi svar frá Procesbevillingsnævnet, og sleppur ikki at royna málið í Hægsta rætti.
Tá ið niðurstøðan frá Hægsta rætti fyrilá, tók landsstýriskvinnan í heilsumálum málið upp í landsstýrinum, har landsstýriskvinnan fekk undirtøku fyri at fara undir arbeiðið at tilevna lógaruppskot um broyting í heilsutrygdarlógini, soleiðis at heimild fæst til at rinda heilsutrygdargjald aftur í tíð til persónar, sum av órøttum hava goldið heilsutrygdargjald.
Til spurning 4:
Arbeiðsbólkurin, ið er settur at tilevna hetta lógaruppskotið, hevur m.a. til uppgávu at gera eina kostnaðarmeting um kostnaðin av afturgjaldingini. Arbeiðsbólkurin er ikki liðugur við sítt arbeiðið, og tað er tí ikki møguligt í løtuni at siga, hvat kostnaðurin av afturgjaldingini verður.
Heilsumálaráðið, 13. august 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo