Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna skipar aftur í ár fyri tiltakinum Ungt Summar, ið er ætlað ungdómum í kommununi í aldrinum 13-15 ár.
Ungt summar hevur til endamáls at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivnað millum tey ungu í summar frítíðini.
Eins og seinastu tvey árini verða ymsar skapandi verkstovur hildnar í býnum í juli, har tað ber til hjá teimum ungu at menna síni skapandi evni við kønari vegleiðing frá tí ítøkiliga verkstovuleiðaranum. Talan verður um ymsar verkstovur, ið eru á leið tríggjar dagar til longdar, ið øll 13-15 ára gomul í kommununi kunnu melda seg til. Allar verkstovurnar eru ókeypis. Tær flestu verkstovurnar eru frá kl.11-15 hvønn dag, men tó eru møguliga onkrar verkstovur, ið byrja fyrr, og eisini onkrar, ið byrja seinni.
Í fjør vórðu verkstovur m.a. hildnar í e-sporti, heimasíðuskapan, livestreaming, sangskriving, seyming, smúkkugerð og tekning. Nakrar av hesum verkstovum vera aftur í ár, meðan nýggjar verkstovur eisini verða lagdar afturat.
Stytt kunning
Nær: Ungt summar byrjar fyrstu vikuna í juli og varir á leið fram til ólavsøku. Verkstovurnar vara í á leið tríggjar dagar og verða fyri tað mesta frá kl.11-15. Allar verkstovurnar eru ókeypis.
Nærri upplýsingar um verkstovur, tíðarætlan, tilmelding v.m. verða lagdar út á torshavn.fo í seinnu helvt av juni, so vitjið heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu aftur tá, um hetta er nakað, ið hevur tykkara áhuga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo