FSF: Níggjunda árið á rað verður Fótbóltsblaðið útgivið. Blaðið, sum hesaferð telur 92 síður, fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið. Tað er Fótbóltssamband Føroya, ið er útgevari.
Í Fótbóltsblaðnum eru samrøður við spælarar – í ár eru tað serliga tey ungu, ið eru sloppin framat – umboðandi øll liðini í Betri Deildini hjá bæði kvinnum og monnum, umframt at ljós verður varpað á øll hini liðini, hvørt fremsta lið er at finna í 1., 2. ella 3. deild.
Harafturat verður kikarin eisini settur á A-landsliðsvenjararnar hjá kvinnum og monnum, umgdómslandsliðini og dómararnar, ið alt er ein stórur og týdningarmikil partur av føroyskum fótbólti.
Aftast í Fótbóltsblaðnum 2022 er ein sera áhugaverd klumma, sum Brynhild Thomsen hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo