Fyrrapartin skrivaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir semju við Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag.
Sáttmálin er endurnýggjaður frá 1. januar 2023 til 31. desember 2025.
Lønarhækkingar eru:
• Tann 1. januar 2023 hækka mánaðarlønirnar 3,8 %
• Tann 1. januar 2024 hækka mánaðarlønirnar 4,0%.
• Tann 1. januar 2025 hækka mánaðarlønirnar 4,75%
Í lønartalvuni, ið er galdandi frá 1. januar 2024 verður stig 3 tikið burtur og 1. januar 2025 verður stig 5 tikið burtur.
Harumframt eru dagføringar og batar avtalaðar í ásetingum um m.a. yvirtíðararbeiði, barnsferð og lønina til leiðandi handverkarum.
Eisini eru ásetingar avtalaðar um lærlingar.
Semjan kann lesast í fullum líkið á heimasíðuni her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo