Tað er positivur lesnaður á heimasíðuni hjá Hagstovuni í dag, har sagt verður, at talið av teimum sum eru í fátækaváða er lægri enn undir seinastu samgongu.
Sambært tølunum hjá Hagstovuni, sum vórðu almannakunngjørd fyrr í dag, er prosentparturin av teimum, sum eru í fátækaváða farin úr 10% niður í 7,6%.
Frá 2018, tá seinasta samgonga sat við róðri, til 2019, tá verandi samgonga tók við, er procentparturin farin úr 9,9% niður í 7,7%.
Frá 2019 til 2020 er prosentparturin farin úr 7,7% og niður í 7,6%.
Ein onnur kanning, sum Hagstovan almannakunngjørdi í dag er eisini hugaligur lesnaður.
Uppgerðin vísur, at vit í dag hava eitt javnari samfelag, enn vit høvdu undir seinastu samgongu.
Í 2020 var sonevnda gini-talið 21,1 í mun til 22,0 í 2019.
Uppgerðin vísur eisini, at inntøkukbýtið er javnari í Føroyum enn í øllum hinum norðanlondunum.
Uppgerðin frá Hagstovuni vísur eisini, at ovasti fimtingurin av løntakarunum hevur 2,9 ferðir so nógv sum lægsti fimtingurin í inntøku.
Í 2019 var sama lutfall 3.
Tað vil siga, at ójavnin er minkaður seinastu árini og ikki vaksin, sum annars ført varð fram í Degi og Viku fyri umleið tveimum vikum síðani.
- Henda samgongan hevur ført ein aktivan sosialpolitik. Samgongan hevur skipað soleiðis fyri, at okkara eldru fáa meira at liva fyri, barsilsfarloyvi er hækkað upp í 52 vikur og almannaveitingar verða javnaðar, sigur Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum.
- Hesir reformar eru ein partur av frágreiðingini, hví lønarmunurin í samfelagnum er blivin minni og hettar er eisini frágreiðingin uppá, at talið av teimum, sum eru í fátækaváða, eisini er minkað seinnu árini, sigur hann.
- Lønarhækkingin á almenna abeiðsmarknaðinum, sambært nýggju sáttmálunum, sum er størsta lønarhækking seinastu mongu árini, fer eisini at muna í samlaðu uppgerðini, sigur Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum í stuttari viðmerking til VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo