At seta orð á seinastu útgávuna Rebekku Petersen er meira enn eitt vanligt ummæli, tí her komi eg í ró, sum tónleikurin eisini kann geva.
Tað við at hava áhugan fyri og seta seg at lurta fyri tónleiki, er ofta ein avbjóðing, men útgávan Vekt gevur hesa kensluna av einari løtu í stillu, har ein bara kann seta seg og taka til sín.
Talan er um einfaldni, men kortini avbjóðandi og eina fylta tónleikamynd, sum fær ein nørd at søkja meira og vil hava eina størri uppliving av tí, Rebekka vil hava okkum við á.
Mær dámar serstaliga væl soundin og samlaða ljóðspælið, sum eg haldi er eitt endamál í sær sjálvum, tí tann fylta ljóðmyndin við ikki so nógvum ljóðførum, setur ein lurtara í støðuna at njóta, sum fólkini handan Vekt hava megnað.
Røddin hjá Rebekku er ikki sørt gandakend, tí tað skal ikki sørt av dugnaskapi at fáa okkum við á stillu og einklu strofurnar, sum kortini geva eina kenslu av dygd og musikaliteti.
Eg eri so avgjørt tikin við á hesa ferðina, sum gevur mær eina løtu við tónleikaligum friði og njótan!
Vil gjarna uppliva Rebekku og hennara fólk í eini nærverandi framløgu, sum júst Vekt er løgd upp til!
Hetta sigur Rebekka um útgávuna og hennara tónleikaligu ferð:
Vekt er tikin upp í Ostahúsinum í Havn og í Studio Bloch.
Eg fór í Ostahúsið við útgerð í eina viku, og tók tað mesta upp har.
So fór eg í Studio Bloch í nakrar dagar, har eg fekk Per I. Højgaard (trummur), Rólant av Reyni (onkrar eyka guitarar) og Líggjas Olsen (klaver, rhodes) inn at taka upp til nakrar av sangunum, og annars tóku vit eisini vokalarnar upp har.
Theodor Kapnas stóð fyri upptøkunum í Bloch og hann hevur eisini mixað útgávuna.
Sjálv spæli eg el-guitar, synth og syngi.
Sefi Carmel hevur masterað útgávuna í London og Rólant av Reyni hevur gjørt permumyndina.
Løgini á útgávuni eru:
Mánakvøld
Gloym meg ei
Hald eyga
Ampi
Og eg hvakk
Royni at telja
Stundin
Vekt
Sangirnir snúgva seg oftast um ræðslu, hugtyngd og undran um tilveruna.
Man kann siga, at hetta endurspeglast í heitinum á útgávuni "Vekt", sum boðar frá einum heldur melankolskum huglagið.
Annars um meg sjálva kann eg siga, at eg gav mína fyrstu fløgu "Byggi Borgir" út í 2014.
Havi eisini gjørt nøkur løg saman við bólkinum Steso, eitt nú lagið "Óruddiliga Organið".
Í fjør gav eg eitt staklag og video út, sum eitur "Eg veksi".
Eg vil strika undir, at henda útgávan hevur júst tað ein vil hava, tá ein bara skal seta seg at njóta og kenna friðin, tí vit kenna okkum ofta aftur í tí Rebekka sigur, men her hevur hon megnað at seta hetta í ein tónleikaligan búna, sum kennist viðkomandi og nærverandi.
Tá talan ikki er um stórar armsvingningar og eina “basunerandi” ljóðmynd, kann ein kanska finnast at tí, men fyri meg er hetta ikki at finnast at, tí eg fekk tað eg vildi hava!
Vekt er væl gjøgnumførd og gott uppsett, sum sjálvandi skal hava 5 av 6 blonkum stjørnum frá mær!
Fríðálvur A. Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo