Erhard bloggar: Tað hevur eydnast teimum, sum hava skrivað og lagt hesa føroysku rokksøguna til rættis at geva okkum lesarum eitt upplýsandi og hent verk. Bókin byggir á prentaðar og varpaðar heimildir og á samrøður, og hon er skrivað eftir einum leisti, sum rithøvundarnir kalla journalistiskur, tvs. talan er ikki søguvísindaligt arbeiði, og tískil er heldur onki ástøði og ongin veruligur keldukritikkur.
Bókin er skrivað sum krønika, har sagt verður frá minni og meira týðandi hendingum, sum er skipaðar í tíðarrað. Men hon er góð fyri tað og slóðar í øllum førum fyri, at meiri kritiskar viðgerðir nú kunnu gerast av føroyskum populertónleiki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo