Eini 10 ár plaga at vera millum fløguútgávurnar hjá Eyðuni Nolsøe, og herfyri kom hansara triðja soloútgáva í handlarnar, "Dagur legst at degi". Saman við Hans Poulsen, ið aftur er framleiðari, hevur hann evnað til eina framúr vakra fløgu við poetiskum og melodiøsum krási fyri oyru og hjarta.
Romantikarin í Eyðuni Nolsøe hevur altíð verið sorgblíður. Av øllum, hann hevur at bera fram, er kærleikin størstur, men allatíðina eru longsulin og lívsins stóru ivaspurningar nær. Eyðun Nolsøe syngur á nýggju fløguni sum ein eingil og spælir guitar sum ein virtuosur, og Hans Poulsen breiðir stjørnudust oman yvir kompositiónirnar við sínum uppfinnsomu og ofta stórslignu arrangementum.
Eyðun hevur ta stóru avbjóðing, at 30 ár eru liðin, síðan hann hugtók útvarpslurtarar og konsertgangarar fyrstu ferð viđ sangum sum "Áh um vit", "Hvítar flykrur" og ”Ljós”. Tá var hann eitt nýbrot á føroyska tónatindinum. Ein so natúrliga góður melodimakari hevði neyvan sett sín fót á føroyskan pall fyrr. Saman við Steintóri Rasmussen, Rana Nolsøe og Terja Rasmussen defineraði hann tónaleikaliga universið hjá einum heilum ættarliði tá – og fleiri síðan.
Øll hesi árini hava lurtarar tikið dygdina í hansara sangskriving sum eina sjálvfylgju. Men tað er hon ikki, tí fáur megnar tað, Eyđun megnar. Nýggja fløgan er á tremur við melodium og tekstreglum, ið lættliga fylla títt sinn, men krevja umhugsni og serlig evnir at skapa. Gamaní kennir tú stílin aftur, nú so mong ár eru liðin, síðan fyrstu sangir hansara komu út. Men maðurin, sum fór um tey 50 í fjør, skrivar enn sangir við altjóða klassa.
Loyvi mær at gita, at "Tað er løtan" verður nýggja landaplágan. Men dygd verður ikki endiliga mátað í landaplágum. "Hvar er hon", "Smáttan" og "Handan hav", sum Eyðun skrivaði, tá pápin, Eli, doyði í 1996, fara djúpt inn í hjartarøturnar. Tú mást vera kunstnari við stórum k, skalt tú tora og megna tílíkt sum hetta.
"Á tíni slóð" er næstan sum ein blandingur av Blur og ELO at hoyra, ein væl svingandi sangur við einum fínum arrangementi. Í vakra sanginum "Stjørnudust" hoyrist farvegurin eftir Bjørn Afzelius, sum altíð hugtók frændurnar nógv. "Kom sig mær" er eitt vaggandi njótilsi, sum skuldi verið spælt á nýggju Blábar við eini langari solo at enda.
Eyðun vaks upp við sangskattinum hjá monnum sum Paul McCartney, John Lennon, Paul Simon, Ralf McTell og Don McLean. Serliga væl lurtaði hann eftir teirra mest melodisku avrikum. Hann kastar seg ikki út av eggini viđ alternativum eksperimentum, men liggur tættari at klassikarum sum "Yesterday", "Streets of London" og "Vincent". Og hann megnar hetta minst líka væl sum eitt nú Tim Christensen.
Eyðun endar fløguna við at fagna einum av sínum egnu melodium viđ at vera heilt instrumentalur. "Romansa í Froðba" eitur flotta stykkið. Har eru eisini sangir sum "Líkamikið", "Dagur legst at degi", iđ hevur verið nógv at hoyrt, "Barnið, bergið og blómurnar", "Fagurt her eg standi", "Friðleysur andi" og "Heimsins minsta familja". Bara heitini bera vitnisburð um, at Eyđun á hesi fløguni leitar inneftir - eftir friði, kærleika og nærveru.
Ert tú ein ótolin heavy metal-fjeppari, far so á konsert hjá Metallica. Men vilt tú dvølja við tað delikata og tađ innasta, so er hetta fløgan. Fløgan er dekorerað viđ flottum útklippum hjá Anker Eli Petersen.
Stórtalentið Jósva Debes spælir trummur, og aðrir, sum spæla á fløguni, eru eitt nú Jákup Zachariassen og Tróndur Enni. Pætur viđ Keldu syngur kór. Restina spæla Eyðun Nolsøe og Hans Poulsen. Sanniliga meistarliga frágingið.
Uni Arge
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo