Í morgin verður strúkur í vindi vestaneftir, ælaveður allan dagin men eisini sólglottar av og á, hitin um 8 stig.
Týsdagin verður kaldari, niður í fimm stig, lot til frískan vind av høgum vestri og mestsum samregn allan dagin.
Mikudagin heldur regnið fram allan dagin og hann fer upp í útnyrðing.
Hósdagin úr útnyrðingi niður í útsynning, lot til frískan vind, nakað lýggjari, um 9 stig, og tað koma regnæl av og á.
Fríggjadagin minkar vindurin burtur og sólin sær, tó okkurt æli, hitin um 8 stig.
Næsta vikuskifti verður høgætt men bert eitt lítið lot, sól av og á og hitin 8-10 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo