Í morgin strúkur í vindi ímillum vestan og útsynning. Regn fyrrapartin, men seinnapartin sær sólin og hitin um 9 stig.
Týsdagin bert eitt gul av ymsum ættum, fyrst mest høgt, seinni mest lágætt, onkur sólglotti men kalt, eini 7 stig.
Mikudagin strúkur í vindi ímillum vestan og útsynning, regn á morgni men sólglottar seinnapartin og hitin um 9 stig.
Hósdagin minkar vindurin burtur í onki longu fyrrapartin, kanska ein ond lágt, turt og hitin um 9 stig.
Fríggjadagin gul av útnyrðingi, ælaveður og hitin 8-10 stig.
Næsta vikuskifti verður turt fyri tað mesta, ættin verður útnyrðingur men bert lítil vindur og lýtt, upp í eini 12 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo