Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu 5 árini havi eg granskað tosk á føroyska landgrunninum. Væntandi verið eg liðugur í 2023, men eg haldi meg nú verða komnan so væl áleiðis, at til ber at siga, á leið hví vit hava góð og ring ár.

Somuleiðis haldi eg meg kunna siga við rættuliga stórari vissu, hví vit eiga at fiska 20.000 tons meira á landgrunninum hvørt ár.

Út frá tí, uttan at hyggja nágreiniliga, er orsøk at halda, at vit kundu fiska 5.000 tons á Føroya Banka og 5-10.000 tons á Flemish Cap hvørt ár.

Vit kundu útflutt 900 milliónir meira, hvørt einasta ár!

Eg eri byrjaður at skriva vísindaligar greinar um hetta.

Onkur vil siga, at tað er nasadjarvt at halda seg vita betri enn ICES og Havstovan. Fiskifrøðingar, sum halda nakað annað, blíva av og á riknir á dyr.

Ein av hesum, spurdi meg, um eg tímdi at berjast móti vindmyllunum. Miðlar rokna eisini ICES sum einasta sannleikan. Tað er sera trupult hjá nøkrum at gera nakað øðrvísi enn ICES vil. Okkara egna Havstova kann heldur ikki gera sum hon vil.

Í 1977 skrivaði Larkin, sum var kendur fiskifrøðingur, minningarorð um MSY/MLV, sum hevði tænt okkum væl, men tá átti at pensjonerast. Í 2013 segði Sidney Holt, sum setti VPA modelli í System í 1957, at MSY is rubbish. Men MSY/MLV livur framvegis í besta velgående.

Stovnsmetingar eru sera einfaldar. Einasta tal, sum brúkt verður er fiskaðir fiskar. Út frá hesum verður avgjørt hvussu stórur ein árgangur er. Hetta verður rokna aftureftir.

Tá fiskifrøðin metur um framtíðina, brúka teir fortíðina og so siga teir seg brúka ymisk onnur tøl. Men tað er í prinsippinum fjas at siga tað. Vit tosa um matematikk. Og útrokningin aftureftir av árgangstødd yvirrular alt.

Fyrr ásetti ICES hvussu stórur stovnurin skuldi verða, fyri at veiðan skuldi verða størst møgulig. Tað er nú tikið úr ráðgevingini, men tað er har allíkavæl, sum eitt flótandi ósjónligt objekt, sum tað tí ikki ber til vísindaliga at falsifisera.

Við at brúka formilin hjá ICES merkir tað, at fyri at kunna fiska 20.000 tons, skal gýtingarstovnurin verða á leið 80-100.000 tons, sum hann sjáldan hevur verið og fyri at fiska 40.000 tons sum vit hava gjørt 3-4 ferðir seinastu 50 árini skal gýtingarstovnurin verða 160-200.000 tons sum ongantíð er hent uttan í einari útrokning av stovnsstødd undir seinna heimsbardaga, sum eg ikki fái at samsvarar við onnur data. Tí verður tilráðingin altíð, at vit skulu fiska minni. Hetta er matematikk, sum øll duga at rokna.

Onkuntíð hoyra vit at fiskifrøðingar halda tað verða óheppið at ICES altíð sigur, at vit skulu minka veiðuna. Tað kann so bara verða tí at teir ikki skilja matematikkina. Sama matematikk verður brúkt í uppsjóvarveiðu.

Tá øll lond fiska nógv meira enn ICES tilráðingin er, so sigur ICES at stovnurin er vaksin, hóast stovnurin sambært forsøgnum átti at minka.

Søguligar keldur vita at siga, at fólk fóru ikki út at fiska tá ullaprísurin var í hæddini og tað eru data uppá tað. Tí ber til at siga, at fyri 2-400 árum síðan var tað ullaprísurin, sum partvís bestemmaði støddina av toskastovninum í metingini 350 ár aftureftir, sum Havstovan gjørdi fyri fáum árum síðan.

Tá vit stongja leiðir og/ella tá skip verða løgd og minni verður avreitt, so sigur modelli at toskastovnurin minkar. Tað er mótsætt tí vit fáa at vita, tá stongt verður. Tá minni kemur uppá land, sigur modelli, at toskastovnurin minkar og so sigur ICES at vit skulu lækka fiskidagatalið og onkuntíð biðja teir okkum gevast at fiska.

Matematikk er fantastisk, men kann bara brúkast saman við sunnari fornuft.

Sjálvandi eru tey í ICES og á Havstovuni skilagóð. Og sjálvandi hava tey eina meining um hvat hendir, soleiðis at tað, sum er beint fram í einum formli ikki er beint fram og so banalt sum eg havi skrivað omanfyri.

Men mín gransking vísur, at tað, sum tey grundgeva við, soleiðis at formilin brúktur verður, allíkavæl kann brúkast, ikki samsvarar við tey data, sum Havstovan eigur. Tær grundgevingar tey brúka halda ikki. Og tí er mín fatan, at feilurin er so banalur, sum eg setti tað upp omanfyri. Men tey á Havstovuni og hjá ICES vita ikki betur, enn at tey hava rætt.

Eg haldi ikki tað er nasadjarvt av mær at meina meg vita okkurt sum ICES og Havstovan ikki vita. Eg fái øll data eg biði um frá Havstovuni. Eg fái hagtøl frá skipum og eg brúki tøl og upplýsingar 3-400 ár aftur í tíð. Eg lurti eftir sjómonnum. Tí havi eg nógv fleiri data enn ICES og Havstovan hava, umframt at eg brúki data Havstovan ikki vil brúka. Men eg brúki bara data frá ICES/Havstovuni at gera útrokningar og kurvar. Út frá tí vendi eg spurninginum og spurdi: Hví skulu Havstovan og ICES vita líka nógv sum eg? Eg brúki fleiri data enn teir, og tí er sannlíkt, at mítt úrslit er rættari enn teirra úrslit.

Mínar útrokningarnar hanga saman og peika allar sama veg. Útrokningarnar gjørdar við data frá Havstovuni, samsvara við tað, sum flestu fiskimenn siga. Hypotesur eru gjørdar við at tosa við nógv fólk og at lesa nógv. Eg fái eisini gjørt metingar frameftir við gomlum tølum, sum vísa seg eru rættar.

Tað mesta eg tí eg eri komin til, hevur onkursvegna verið frammi áður og tí er tað ikki eg, sum havi uppfunnið djúpa tallerkin. Tilsamans økir tað um sannlíkindini fyri, at úrslitið er á góðari leið.

Tað keðiliga við hesum er, at fyrst er neyðugt at skera út í papp, hví ICES og Havstovan taka feil, tí annars avnokta tey alt og onki verður broytt. Tað er jú tað tey hava gjørt higartil. Geri eg ikki tað, er innsamlan av vitan, sum onnur sita inni við, til fánýtis. Vit missa 900 milliónir hvørt ár, bara í toski. Støðan við upsa sær út til at verða hin sama.

Av tí at best er at skriva stutt, so verður framhald í øðrum stuttum greinum.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo