Mikudagin var ukrainski bloggarin Nikita Demenkov í næststærsta býnum í Ukraina, Kharkiv og filmaði video til sínar fylgjarar um hvat gávurnar, hann hevði fingið, fóru til, skrivar danska TV 2.
Brádliga varð hann avbrotin, tá ið missil rakti bygningin beint aftanfyri hann, og mátti hann tí leita sær skjól í kjallara tætt við.
Í dag hava fleiri altjóða miðlar havt søguna, millum annað The Guardian og Sky News.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo