Ukraina hevur nú rikið Russland úr helvtini av hersettu økjunum. Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken í eini samrøðu við CNN.
Hann leggur afturat, at enn er langt á mál.
- Tað eru ikki vikur men mánaðir til kríggið kanska endar, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin.
Hann var eisini spurdur, um Ukraina fer at fáa amerikanskt framleiddar F-16 jaðaraflúgvarar til bardagarnar, og tað svaraði Blinken játtandi uppá.
- Men tað er týdningarmikið at tryggja, at flogskipararnir eru væl vandir tá teir fáa flogførini, legði hann afturat.
Ein samgonga av 11 londum fer í næstum at venja ukrainskar flogskiparar at flúgva og halda viðlíka F-16 flogførini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo