Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Svartahavsflotin hjá Russlandi hevur eftir øllum at døma fingið enn eitt høgg, nú Ukraina boðar frá, at kavbáturin "Rostov ved Don" er farin til botns í einum rakettálopi á russisku flotastøðina í Sevastopol á hersettu Krim hálvoynni.

Hvørki Russland ella uttanveltaðar keldur hava váttað tíðindini, men ukrainskir hernaðarmyndugleikar skriva á X, at "fiskurin í Svartahavinum fer at nýta gott at nýggja heimi sínum". Ukraina sigur, at 30% av svartahavsflotanum nú er antin sokkin ella so illa skaddur, at hann ikki er til nakra nyttu. 

Hernaðarserfrøðingar geva Ukraina rætt. Eitt nú danski herflotayvirmaðurin og granskarin Anders Puck Nielsen sum sigur við Jyllandspostin, at russiski svartahavsflotin í veruleikanum ikki er nakað serliga vandamikil longur.

- Í dag er fremsta uppgávan hjá Svartahavsflotanum bara at sleppa so snikkaleysur sum gjørligt, segði hann herfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo