Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Ukraiinsku børnini í Eysturskúlanum eru í aldri frá fyrsta til níggjunda flokk. Summi teirra byrja spakuliga at skilja og tosa føroyskt. Sum partur av undirvísingini vóru lærararir við teimum í býráðssalinum í dag at hoyra um, hvussu eitt demokratiskt skipað býráð virkar í praksis.

Í dag búgva nógvir ukraiinar í Føroyum, eisini nógv børn. Tórshavnar Kvøldskúli hevur í fleiri ár skipað fyri skeiðum í føroyskum sum annaðmál, ið er ætlað tilflytarum. Í alt er talan um seks flokkar, tríggjar í Havn og tveir í Sørvági, umframt ein fyri flóttafólk úr Ukraina.

Haraftrat eru nú tveir móttøkuflokkar, annar nýggjur flokkur fyri børn úr Ukraina, og hin fyri børn úr øðrum londum, sum ganga í framhaldsdeild.

Eysturskúlin beyð seg eisini til at skipa fyri einum móttøkuflokki fyri ukraiinsk børn. Lærarar og onnur sjálvboðin gera eitt megnar arbeiði at syrgja fyri, at børnini fáa eina góða móttøku og kenna seg væl í Eysturskúlanum.

Á myndini eru nøkur av børnunum saman við føroysku og ukraiinska lærararanum, sum eisini undirvísir børnunum.

Børnini lótu væl at. Tey trívast væl í Føroyum og eru væl nøgd við umstøðurnar. Onkur av størru dreingjunum ivaðist í, um hann nakrantíð fór heimaftur og bað tí um góð ráð fyri, hvussu hann sum vaksin kundi gerast borgarstjóri. Hann fekk eisini eina frágreiðing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo