Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sunnudagin hevði U2 konsert í París, har sangarin Bono brúkti høvi at kommentera svenska valið við naziheilsan.

Brotið liggur á YouTube.

Á stórskíggja var hann at síggja við devlaandliti.

Sambært VG, sum hevur søguna, sigur sangarin:

– Eg havi akkurát verið í Svøríki. Eg visti ikki hvussu mær dámdi sviar, langt, ljóst hár, blá eygu. Keðiligir, sigur hann innleiðandi.

– Men nú virkar tað sum um sviar byrja at uppdaga sítt ariska potensiali, sigur hann blóðsprongdur frá pallinum.

Síðani rópar hann út til fjøldina Jimmie Åkesson, áðrenn hann lyftur hondina upp í Hitler-heilsan, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo