‘Deutschland UBER alles’ er ikki enn endað ‘UNTER alles’.
Men vøksturin í týska BTÚ í ár væntast at verða 0,2%, hin lægsti í OECD.
Miðal vøksturin hjá teim 38 OECD-londunum metist at gerast 3,1% í ár.
Tað átti at órógva onnur enn bert týskarar, tí Týskland hevur verið risin í EU.
Olaf Scholz lovaði 6-8% vøkstur p.a, tá hann bleiv Kanzlari, og aftur í fjør.
So nógv mentist Týskland til eitt ‘búskaparundur’ í 1950-, 60- og 70-unum.
Dýrt at fylla sosialistiska holið
Eingi trø vaksa inn i himmalin og heldur ikki tey týsku farnu 40 árini.
Tó vaks búskapurin nógv, tá BRD og DDR løgdu saman eftir Jarntjaldið.
Men tað kostaði Týsklandi ótaldar mia DM at fylla sosialistiska holið í DDR.
Týskland er heimsins 4. størsti búskapur, Japan nr 3, Kina nr. 2 og USA nr 1
(Kina var var bert 10% av tí amerikanska BTÚ í 1980, og er nú 65% av USA).
Rusland er heimsins størsta í vídd og ráevnum, men hevur bert 140 mió íbúgvar.
Tað russiska BTÚ-ið er heimsins bert 9. í stødd, ájavnt við Italia og Kanada.
Týski búskapurin er $ 4,1 bill, 2 ferðir størri enn tann russiski.
Spell, at ES við 600 mió fólkum og $18 bill BTÚ ikki gippar Rusland úr Ukraina
Merkel royndist Týsklandi illa
Talið á húsagangum í Týsklandi í fjør var hitt hægsta í 10 ár.
Týskland varð kallað ‘sjúki maðurin í Evropa’ síðst í 1990-unum.
Tá hevði borgarligi Helmuth Kohl verið Kanzlari í 16 ár og savnað Týskland.
Búskapurin haltaði, tá javnaðarmaðurin Gerhard Schrøter tók við í 1998.
Hann frígjørdi arbeiðsmarknaðin og lækkaði toppskattin úr 53% niður í 42%.
Straks kom ferð á aftur, og ‘borgarliga’ Angela Merkel tók við 2005-2021.
Hon heystaði framburðin av Schrøters reformunum og brúkti nógva tíð til ES.
Merkel broytti týska orkupolitikkin til planbúskap móti veðurlagsbroytingum.
Týskland niðurlegði kol-, olju- og kjarnorkuverk og fór yvir til sól- og vindorku.
Berlin hevur bannað at bróta skifurolju og innflytur nú náttúrgass úr USA.
Ringast av øllum: Týskland bant seg í olju- og gassleiðingar úr Ruslandi.
El- og orkuprísir til himmals
Póland og Trump ávaraðu Merkel, men hon fylgdi blint klimakultinum.
Úrslitið var, at el-prísurin 2-faldaðist enntá áðrenn russsiska álopið á Ukraina.
Ukraina-kríggið førdi til handilsbann, ið raktu ES meinari enn Rusland.
‘Orkuskiftið’ væntast at kosta Týsklandi 1.200 mia Evrur fram til 2035.
Týskar fyritøkur, ið brúka nógva el-orku, mugu steingja ella flyta uttanlands.
T.m. er heimsins størsti framleiðari av kemikalium, BASF, flutt til Kina.
Týskland ger verðsins bestu bilar, BMW, Audi, Porsche, Mercedes, VW, Opel.
Teimum er nú álagt at skifta til El-orku, og fyritøkurnar missa mia av evrum.
Eftir 2035 hevur reyð/grøna stjórnin hjá Scholz bannað bensin/diesel bilum.
Stjórnin í Peking man vera skaðafróð, og komm-bossarnir í Kina flenna hart.
Kina framleiðir við kolorku bæði el- og oljuriknar bilar bíligari enn onnur lond.
‘Týska’ fólkatilfarið versnar
Tað gongur støðugt striltnari hjá Týsklandi at finna væl útbúna arbeiðsmegi.
Við stórari tilflyting av fólki úr U-londum økjast almannaútreiðslurnar øtiliga.
Í 2023 setti Berlin-stjórnin í gildi ‘Burgergeld’, eina grundløn til láglønt.
Borgaralønin kemur oman á býlisískoyti, barnapening o.t. og kostar dýrt.
Hon kann koma upp í 25.000 Dkr um mánaðin. Úrslitið er eyðsynt.
Einki prógv krevst, at fólk hava roynt at finna job, áðrenn tey fáa frá Almu.
Svart arbeiði loysir seg nú betur við Burgergeld enn 40 tíma vika eftir skatt.
Væntandi økist svart arbeiði í Týsklandi í ár 8% upp í 480 mia Evrur íalt.
Ein andsøgn er, at 2,7 mió fólk eru ‘arbeiðsleys’, og at vinnan fær ikki fólk.
Talið á øl- og matstovum, sum fara á húsagang í ár, væntast at økjast 27%.
Flestu av 100-1000-tals tilflytarum duga hvørki at tosa ella skriva týskt.
80% av muslimum, ið eru komin til Týsklands farnu 10 árini, eru óarbeiðsfør.
Tiflytarar 3-falt meiri kriminellir
Eini 65% av teim, ið fáa ‘borgaraløn’, eru tilflytarar, flest úr Miðeystri og Afrika.
15% av týskarum eru tilflutt, men tey gera 43% av landsins brotsverkum.
Mest vanligu brotsverk eru innbrot, stuldur, álop á fólk og neyðtøkur.
Hin vegin flyta 5,1% av týskarum úr landinum, tey flestu væl útbúgvin.
Krakkaveldið er nógv økt undir Merkel og Scholz. Byggiloyvi taka 5-10 ár.
Sosialisturin Olaf Scholtz er verst umtøkti týski Kanslari síðan 2. Heimskríggj.
Ringast umtókti stjórnarflokkur eru Tey Grønu, ið ríður um sperrimarkið.
Tað kemst mest av teirra klimakultismu, ið hevur 3-faldað talið av ‘fátækum’.
Tey valkønu vænta ikki stórvegis politiskar broytingar eftir valið í 2025.
Børnini fækka, tey gomlu fjølgast, og almannaskipanin stynjar undir byrðini.
Týskland ‘UBER alles’, verður við hesi gongd skjótt ‘UNTER alles’.
‘Borgarligir’ politikarar í ES eru lítið mætari enn teir ryggleysu vinstrahallu.
Vanlukkan í ES (sum í USA og Kanada) er, at skrivstovuveldið ræður øllum.
At venda einum búskapi frá vinstru er sum at venda einum bláhvali í baðikari.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo