Nærum tveir triðingar av týsku veljarunum eru ónøgdir við sitandi stjórn.
Tað vísir ein nýggj veljarakanning.
Kanningin sum NSA hevur gjørt fyri Bild vísir, at 64% av teimum spurdu halda, at tað hevði verið betri fyri Týskland um onkur annar enn sitandi stjórn við samgonguni ímillum SPD, Teimum Grønu og liberala FDP flokkinum ráddu fyri borgum.
Val skal vera í Týsklandi seinast í 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo