Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

2023 er heitasta árið, sum nakrantíð er mált. Januarmánaðurin í ár er eisini heitasti januarmánaður, ið nakrantíð er máldur. Við upphitingini fylgja óteljandi veðurlagsekstremar. Hesir ekstremar minna okkum enn eina ferð á, at fyri at tryggja okkum og komandi ættarliðum eina trygga og liviliga framtíð, so mugu vit minka um dálkingina av vakstrarhúsgassum alt fyri eitt.

Ongantíð áður hevur tað tí verið so týdningarmikið við eini bindandi veðurlagslóg sum júst nú, soleiðis at allar komandi samgongur eru bundnar til at arbeiða við og samtykkja veðurlagsátøk. Í veðurlagslógini skulu vit áseta okkum bindandi útlátsmál, sum samsvara við okkara altjóða skyldur. Harumframt skal lógin áseta, at ein ítøkilig ætlan verður gjørd, sum vísir, hvørji átøk verða sett í verk fyri at náa útlátsmálunum, og nær tey verða sett í verk. Við veðurlagslógini eiga vit eisini at seta á stovn eitt veðurlagsráð og eitt veðurlagsborgarating.

Veðurlagsráðið skal virka eins og búskaparráðið. Ráðið verður mannað av ymsum serfrøðingum, sum fylgja við útlátsgongdini og gera politisk tilmæli um veðurlagsátøk innan eitt nú skipaflotan, samferðsluna og um CO2 -avgjøld.

Komandi tíðina eiga vit at síggja munandi fleiri og betri veðurlagsátøk, og tí er tað týdningarmikið, at borgarar verða tiknir við upp á ráð. Hetta eigur at gerast við einum veðurlagsborgaratingi, har føroyingar fáa høvi at kjakast um og gera tilmæli til politisku skipanina um, hvørji átøk skulu setast í verk.

Veðurlagsborgaratingið verður tilvildarliga valt, soleiðis at føroyingar eftir aldri, bústaði, kyni og øðrum eru væl umboðaðir.

Landsstýrið hevur fyrr lovað at koma við eini bindandi veðurlagslóg. Nú 2023 var fyrsta árið við eini miðal hitaøking á 1.5 hitastig fyri alt árið, vilja vit hervið staðiliga heita á landsstýrið um at bera lógina í tingið til viðgerðar sum skjótast.

Vegna Veðurlagslóg Nú!
Sanna Andrassdóttir Dahl
Helena Lamhauge-Mortensen
Gunnhild Dahl Niclasen
Tráin Petursson Nónklett
Elsa Berg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo