At eg ikki var vøkur gjørdist mær ein signing. Tað fekk meg at dyrka mínar innaru gávur. Vakurleiki er ein forðing fyri kvinnuna
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tweed & Hyenas geva út útgávuna “Yates”.

Bólkurin hevur spælt í og kring London tey seinastu fýra árini. Eitt nú hava Tweed & Hyenas framført í Purcell Room í Queen Elizabeth Hall og co-headline’að við FEMME til Pure Gold Festivalin í South Bank Centre.

Við Ben Madeley á gittar og Ed Burton á trummum spæla Tweed & Hyenas tað, ið onkur hevur kallað lýriskan gittar-drivnan soul/jazz tónleik.

Bólkurin hevur fingið sera góð ummæli; eitt nú spældi kendi BBC verturin Tom Robinson lagið "Norðasta Horn" sum hansara yndislag í eini vikuskiftis sending og segði í sínum ummæli: "It's sublime music from a songwriter of rare talent."

Útgávan er sett saman av 8 skeringum. Hon er framleidd og ljóðblandað av Sean Woodlock (Depeche Mode, The Hours, La Shark, Imogen Heap) og co-framleidd og co-ljóðblandað av Jens L. Thomsen (Orka, Eivør, Martha Wainwright, Travis, T.O.S.) í Hackney Road Studios í London.

Listakvinnan Kirstin Helgadóttir hevur sniðgivið húsan og Jason Goz (Burial, Flying Lotus, Actress) hevur mastrað útgávuna.

Á útgávudegnum fríggjadagin 16/09 verður skipað fyri tveimum ókeypis tiltøkum. Kl 16:30 fer Jón Klæmint at hava eina solo framførslu í Tutl, har ið hann framførir nøkur løg av útgávuni. Eftir hetta verður ein lurtaraveitsla í Sirkus um kvøldi kl. 22:00, har ið lurtað verður eftir plátuni í síni heild.

Facebook ---> https://www.facebook.com/tweedandhyenas/

Soundcloud ---> soundcloud.com/tweedandhyenas/norasta-horn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo