Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Ingun Christensen og Arbjørn Ó. Ingun Christensen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð hava skrivað hvør sítt stuttsøgusavn ætlað ungum í miðnámsskúlaaldri og vaksnum. Søvnini eita ávikavist "Skuggamyndir" og "So hon starir inn í veggin".

Í hesum sambandi verður framløga í Sirkus hóskvøldið 12. november kl. 20. Tað er ókeypis atgongd.

Skrá:
•    Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelag bjóðar vælkomin og greiðir frá útgávunum
•    Turið Kjølbro, ritstjóri, sigur eitt sindur um Ingun og “Skuggamyndir”.
•    Ingun lesur upp
•    Marna Jacobsen, ritstjóri, sigur eitt sindur um Arnbjørn og savnið "So hon starir inn í veggin”.
•    Arnbjørn lesur upp

Tiltakið er áleið 45 minuttir til longdar.

------

Skuggamyndir
Eftir Ingun Christensen
Hugsa tær at sita í einum bussi, har øll hava sína egnu søgu. Í teimum níggju stuttsøgunum, ið hava støði í okkara gerandisdegi og samtíð, letur høvundurin fólk siga sína søgu, soleiðis at vit sum lesarar hóma skuggamyndirnar aftan fyri tey. Søgurnar flættast inn í hvørja aðra og vísa, at vit so ella so hava ávirkan hvør á annan.

So hon starir inn í vegginum
Eftir Arnbjørn Dalsgarð
Tilveran kann eta teg upp, um tú ikki tekur røttu avgerðirnar ella leggur á annan bógv. Men hvørjar avgerðir eru tær røttu? Ógvuliga forvitnisligir tekstir, har høvundurin spælir sær við skrivikynstrið.
Í savninum er 12 nútímans stuttsøgur, við evnum úr nútíðini, og lesur tú væl, lata søgurnar seg upp fyri tær.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo