Filmsfelagið: Mikudagin 13. apríl sýnir Filmsfelagið nýggja filmin ”Bergman Island”, sum fær bestu ummæli úti í heimi. Sýningin er, eins og allar aðrar í Filmsfelagnum, almenn.
List, kærleiki og melankoli. Maður og kona, sum bæði arbeiða við filmi, fara til kendu svensku oynna hjá Ingmar Bergman, Fårö, at arbeiða og at halda frí, tá landslagið festir í gomul minni hjá amerikanska parinum.
Chris (Vicky Krieps) og Tony (Tim Roth) eru bæði leikstjórar og skulu hvør í sínum lagi skriva hetta heita summarið á oynni.
Gandakenda svenska landslagið, har Bergman búði og gjørdi fleiri av kendastu filmunum, skal geva teimum íblástur at gera enn ein film.
Dagur dettur av degi í svenska skergarðinum, og tey bæði elskandi flyta seg longur inn í listina, men eisini longur burtur hvør frá øðrum.
Fyrstu kærleikssambondini hjá Chris fara at spøkja, og markið millum veruleika og fiktión kámast burtur, meðan nýggi filmurin, sum nú er ein filmur í filminum, byrjar at taka skap.
Mia Hansen-Løve (f.1981) er franskur leikstjóri, sum hevur vunnið fleiri altjóða filmsvirðislønir, m.a. í Cannes, Berlin og Reykjavík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo