Umhvørvisstovan: Tá ið freistin at søkja var úti 29. mars kl. 12.00 høvdu tveir umsøkjarar latið inn umsóknir í sambandi við open door útboðið í Hoyvíkshaganum.
Umsøkjararnir vóru:
- Felag undir stovnan v/Magn
- Vindrøkt
Umsóknir vóru til Gellingarklett í Hoyvíkshaganum og til Lambafelli, ið liggur nakað norðanfyri Hoyvíkshagan.
Umhvørvisstovan viðgerð nú innkomnu umsóknirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo