Sambært belgiskum miðlum eru tveir sviar skotnir í Brússel, og verða drápini váttað av løgregluni.
Júst í hesi løtuni spæla Belgia og Svøríki EM-dyst, og óvist er um dysturin heldur fram ella ikki.
Minst ein av persónunum sum varð skotin var í svenskari landsliðstroyggju, skrivar Sudinfo La Capitale.
Skjótingin fór fram fimm kilometrar frá King Baudouin Stadium, har dysturin verður leiktur.
Due to the incidents in Brussels earlier tonight, play is suspended. Our thoughts are with all those affected. pic.twitter.com/RTZHBEjjOC
— Belgian Red Devils (@BelRedDevils) October 16, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo