Løgreglan hevur handtikið tveir persónar eftir at ein 13 ára gomul genta doyði í Hjallerup í Norðurjyllandi í dag.
Løgreglan fekk fráboðan um hendingina klokkan 22.10 danska tíð og fann gentuna á staðnum illa løstað. Stutt eftir doyði gentan, upplýsus løgreglan í Norðurjyllandi.
– Tvey undir illgruna – ein ung kvinna og ein ungur maður – vórðu handtikin sutt eftir, og løgreglan hevur illgruna til tey, verður millum annað sagt í tíðindaskrivinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo