Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar Súkklufelag: Eitt hendingarikt vikuskifti hjá Tórshavnar Súkklufelag. Tvær kappingar blivu fyriskipaðar, ein leygardagin, og so bleiv tað afur kappast sunnudagin.

Meðan tað bleiv kappast í Landavegsúkkling leygardagin, so bleiv kappast í Einultstarti sunnudagin.

Jákup Petur Eliasen vann leygardagin, og tað gjørdi hann aftur sunnudagin, tá kappast var frá Auto Service og so allan vegin niðan á Sornfelli, ein teinur á góðar 16 kilometrar.

Ein Einkultsstartskapping, men ein sokallaður Fjallaeinkultstartur, har súkklarin skal, fyrst og fremst, súkkla móti sær sjálvum og klokkuni, og til hesa kapping, á vanligari kappsúkklu. Hetta merkir, at súkklarin ikki hevur loyvi at nýta ein sokallaðan TRI boyla, eiheldur koyra á einari Einkultstartssúkklu.

Vindur og Oyggjarvegur og Sornfelli
Undan kappingini bleiv kannað um koyrast kundi niðan á Sornfelli. Kannað bleiv hvussu tað var við vindi og hvussu var við kava og hálku.

Hvussu var og ikki, so helt onkur súkklari eftir kappingina, at sjáldan høvdu likindini verið so góð at koyra á Oyggjarveginum, og allan teinin niðan á Sornfelli. 

Jákup Petur Eliasen vann tryggan sigur, annan dagin á rað. Hann vann við umleið hálvum øðrum minutti á nummar tvey. Gunnar Dahl-Olsen var næstur, og nummar trý gjørdist Christian Guttesen.

Næst seinasta umfar
Kappingina sunnudagin var fjórða av fimm umførum av GIANT Várkappingini 2021. Við sigrinum ígjár hevur Jákup Petur vunnið sær tilsamans 16 stig. Hetta fyri ein sigur, fyri eitt annaðpláss, og eitt triðjapláss.

Á odda í GIANT Várkappingini liggur Dávur Magnussen, ið tilsamans hevur vunnið sær 17 stig. Spenningur,  er undan seinasta umfari, tí tætt millum nummar eitt og tvey, bert eitt stig.  

Helgi W. Olsen og Dávur Magnussen hava báðir koyrt væl í ár. Tað hevur Jákup Petur eisini. Spennandi verður tí hvør verður samlaður vinnari av GIANT Várkappingini, og ikki minst, hvør verður FM vinnari 2021, eftirsum fimta umfar av GVK2021 samstundis verður FM í Einkultstarti.

Í GVK 2021 er tað so, at súkklarin skal hava luttikið í fýra av fimm kappingum. Helgi vann báðar tær fyrstu kappingarnar, men tað hevur ikki ligið fyri hjá Helga at luttikið í triðja og fjórða umfari, og tí kann Helgi ikki vinna kappingina samanlagt. Men tað kunnu bæði Dávur og Jákup Petur.

Fimta umfar verður koyrt fríggjakvøldið 18. juni. Kappingin verður samstundis FM í Einkultstarti, og tað verður nýggja súkklu- og triathlonfelagið í Skálafjørðinum, STS, sum verður fyriskipari av tí kappingini. So tað verður nógv at koyra fyri 18. juni, tá FM verður í Einkultstarti.

Úrslit menn, Opin Bólkur:

1.     Jákup Petur Eliasen 47 minuttir og 50 sekund

2.     Gunnar Dahl-Olsen, 50:32

3.     Christian Guttesen, 55:41

4.     Jón Ellingsgaard, 58:47

5.     Henry Berg, 1:05:14

Úrslit kvinnur, Opin Bólkur:

1.     Rigmor Rasmussen, 1 tíma 17 minuttir og 52 sekund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo