Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At leggja tunnilsarbeiðið í alment partafelag hevur sjálvsagt fleiri fyrimunir, eitt nú, at stýra verkætlanini eftir forrætningsligum partafelagsprinsippum – við tí endamáli at halda seg neyvt til kostnaðar- og tíðarætlan. Ótarnað av politikarum og umsitingum.

Í verandi løtu kunnu vit spyrja um politisk umboðan og borgaragagnlig atlit mugu víkja fyri forrætningsligum endamálum, í ov stóran mun, og um hví loysnirnar um grótið úr tunnlunum ikki vóru funnar áðrenn tunnilsarbeiðið byrjaði.

Grótið úr tunnlunum blívur júst tvístøðan millum bíligan partafelagsrakstur og samfelagsgagnlig atlit, - um vinnuhavnalagið á Sundi, um tyrvingina á Velbastaðhálsi og nú, um grótkoyringina gjøgnum býin.

Og vit kunnu staðfesta, at vit leggja politisk, uttan iva keðilig mál, upp í hendurnar á partafelagi at taka sær av, fyri síðani at standa við ‘apuni’, tá málið er farið av sporinum.

Í stríði millum land og kommunu, millum býir og bygdir og millum fólk og grannaløg.

Grótspurningurin kundi havt verið ein spurningur fyri seg, sum ein arbeiðsbólkur, við innliti í og áhuga fyri gróti, infrakervi og samfelagsligum útbyggingum, skuldi havt brúkt tíð uppá.

Jú, eg veit, tað er nógv lættari at vera eftirklókur, og uppgávan er ikki løtt.

Men eg haldi, at nakað kundi verið betri fyrireikað politiskt, alt tunnilsarbeiðið meira umrøtt og úrtøkan og javnvágin millum tað samfelagsgagnliga og partafelagsgagnliga betri lýst og viðgjørt, tí verkætlanin er so risa stór. Tað vendist ikki aftur.

At hava í huga og í politikki.

Tá alt hetta er sagt, mugu vit frøðast um farleiðina, um lidna stórverkið og takka fyri tað snotuliga og stórfingna arbeiði, sum er lagt úr hondum.

Eftir er at vóna, at loysn finnist á seinastu knútunum.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo