Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-114/2022 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um tunlarnar Norður um Fjall og Depilssvingið

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær vænast, at nýggju tunlarnir Norður um Fjall lata upp?
2. Hví hevur Landsverk valt at leggja nýggja tunnilsvegin, fyri norðan fjall, ímillum Norðtoftavegin og gamla tunnilsvegin?
3. Hví bleiv ikki valt at knýta nýggja tunnilsmunnan norðanfyri og Norðtoftavegin saman ístaðin?
4. Hvat kostar hesin vegurin av samlaðu verkætlanini?
5. Heldur kostnaðarætlanin fyri alla tunnilsverkætlanina?
6. Hvørjar niðurstøður eru lokala friðingarnevndin og yvirfriðingarnevndin komnar til í samband við at gera nýggjan veg tvørtur um Depils Á?
7. Hvat kostar tað at leggja rør, fylla grót í og gera veg tvørtur um ánna?
8. Hvat kostar tað at gera eina brúgv tvørtur um ánna?
9. Hvat kostar tað at breiðka núverandi veg í Depilssvinginum?
10. Hvørja loysn mælir Landsverk til viðvíkjandi Depilssvinginum?

Svar til spurning 1
Arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall gongur væl. Roknað verður við, at byggitíðin verður 4 ár, og at farleiðin verður liðug í 2024.

Sambært sáttmálanum skulu tunlarnir Norður um Fjall verða lidnir 1. desember 2024. Alt bendir á, at tunlarnir verða lidnir til tíðina.

Svar til spurning 2, 3 og 4
Eftir galdandi løgtingslóg um tunlar Norður um Fjall verða nýggju tunlarnir gjørdir á leið har, verandi tunlar eru. Vegur verður gjørdur millum tunlarnar, og knýtt verður í verandi landsvegir.

Í samband við fyrireikingarnar av verkætlanini vórðu ymsar linjuføringar og loysnir kannaðar fyri tunnilsgerð og vegagerð. Møguleiki var fyri at leggja tunnilsvegin fyri norðan fjall soleiðis, at vegurin frá tunnilsmunnanum varð bundin saman við Norðtoftavegin.

Um tunnilin varð lagdur lægri, hevði tað merkt, at tunnilin hevði verið longri og varð roknað við, at neyðugar ábøtur á Norðtoftavegin høvdu verið so umfatandi, at tað samanlagt hevði verið munandi dýrari enn valda loysnin. Jarðfrøðiligt og vegatekniskt metti Landsverk, at verandi loysn, sum heild, var betra loysnin.

Samlaði kostnaðurin fyri vegin norðan fyri tunnilin er umleið 25 mió. kr., har økið kring tunnilsmunnan eisini er tikið við.

Svar til spurning 5
Mett verður, at kostnaðurin fyri verkætlanina fer at halda.

Svar til spurning 6
Viðvíkjandi málinum um at dagføra Depilssvingið, hevur Landsverk søkt friðingarmyndugleikarnar um loyvi at umskipa vegin nakað í samband við svingið sunnan fyri Depil, har vegurin fer um Depilsá.

Umsóknin var fyrst viðgjørd í lokalu náttúrufriðingarnevndini, ið gav loyvi til verkætlanina, men Yvirfriðingarnevndin broytti avgerðina og gav ikki loyvi til verkætlanina. Sí verkætlanina niðanfyri, sum talan er um.

Svar til spurning 7, 8, 9 og 10
Tá tunlarnir Norður um Fjall eru lidnir, er bert eftir at dagføra Depilssvingið á vegastrekkinum heilt norður til Viðareiðis. Í ár eru 1,5 mió. kr. játtaðar til at fyrireika og at fara undir at betra Depilssvingið.

Landsverk arbeiðir við ymsum loysnum fyri at betra vegaføringina sunnan fyri Depil, har tað eru tvey krøpp sving, sum gera, at ferðslan má nógv niður í ferð, og størri akfør hava eisini trupulleikar at møtast.

Landsverk hevur mælt til eina loysn, har vegurin verður rættaður upp, so tað ber til at koyra umleið 60 km/t eftir vegnum. Ætlanin var so at skelta ferðina niður á 60 km/t fram við bygdini.

Í samband við verkætlanina var ætlanin at leggja stór rør í ánna, tí tað var ikki mett neyðugt at varðveita brúnna um ánna. Mett verður, at hendan loysnin kostar umleið 5 mió. kr., um hon verður gjørd í samband við tunnilsverkætlanina, har møguleiki er at fáa grót.

Møguleiki er eisini at gera eina brúgv, heldur enn at leggja ánna í rør. Mett verður tó, at hetta í prinsippinum er ein átøk loysn, sum Yvirfriðingarnevndin hevur vrakað. Landsverk metir eisini, at hetta er ein dýrari loysn enn tann, har áin verður løgd í rør, sum eisini krevur meira viðlíkahald. Landsverk hevur tí ikki arbeitt meira við hesi verkætlan.

Ein triði møguleiki er eisini at breiðka vegin. Landsverk hevur ikki arbeitt við hesi loysnini, tí mett verður, at størsti trupulleikin við verandi vegi er, at har eru tvey krøpp sving, har neyðugt er at fara munandi niður í ferð. Tveir bilar kunnu í dag møtast á strekkinum, so tað er ivasamt, hvussu nógv tað betrar vegin bert at breiðka hann.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo