Sum vit so ofta hava nevnt í sambandi við ta eventuella Suðuroyarholið, eigur man at lata ta allarfremstu teknisku ekspertisu millum europæisk fakfólk gera eina meting um, hvussu eitt so djúpt, langt og smalt hol kann røkjast, hvis ventilatiónin svíkir ella tann stóra og permanenta vatnseyringin hóttar, tí hon ikki fær nóg mikið av pumpu-energi.
Tað kann gerast ein ræðulig katastrofa, har fólk antin kódna ella drukna.
Tað er eisini heilt óforsvarligt við bara einum holi. Tað mugu vera tvær leiðir.
Hesi álvarsomu viðurskifti, mugu ansvarligir politikarar fáa NEUTRALAR útlendskar ekspertar at analysera og svara uppá.
Ger man ikki tað, mugu bilistar og aðrir forbrúkarar halda, at ein lobby av fanatiskum HOL-fólki ikki torir at fáa avdúkað óbehagilig fakta um hóttandi milliardlán at dragast við.
At Føroyar skullu risikera at skulla forrenta ca. 10 milliardir, meðan eitt ólukkuligt fíggjarhall longu hóttar landskassan, er fulkomuliga absurd eskapisma.
Politikarar mugu taka seg saman og tora at føra realistiskan og rationellan finanspolitikk.
Leggið fyribils Suðuroyar-Holið í mølposan og útbyggi heldur eitt skilagott, effektivt og skjótt samband millum Hvalba og Sand.
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo