Synergi: Upplivir tú við hvørt trupla atferð í sambandi við títt arbeiðið? Kanska eisini harðskap? Antin verbalan ella fysiskan? Um tú ikki veitst, hvussu tú kanst takla hetta, kann tað verða bæði óttafult og farligt at vera til arbeiðis.
Kom við til temadagin við Bo Hejlskov – sum vit eru sera heppin at hava fingið til Føroya, tí hann er bæði sera væl dámdur og sera upptikin. Freist at tekna seg er 10. august.
Temadagurin er fyri teg, sum arbeiðir sum pedagog, í eldrarøktini, sosialráðgevi, saksviðgeri, móttøkufólk, foreldur og onnur, sum merkja trupla atferð ella harðskap á arbeiðsplássinum.
Sambært Bo Hejlskov, er tað best, um hópurin er breiður, tí alla staðni har fólk samlast, síggja við atferðartrupulleikar – ella trupul fólk - so hetta er ikki bert galdandi fyri ávís harðskapsrakt arbeiðspláss.
Seinasta freist at tekna seg til temadagin við kenda - "og næstan ikki til at fáa fatur á" Bo Hejlskov, er 10. august. Tekning á Atferðartrupulleikar v/Bo Hejlskov
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo