Orð og mynd/Rodmund á Kelduni: Ì fjør sá Anton Guttesen í Sørvági eina likku við litringi á beininum í túninum hjá sær.
Likkan var ringmerkt á Pitsea ruskplássinum í Essex í Onglandi tann 16. januar 2016 og var tá minst fimm ára gomul.
Anton sá likkuna tann 21. apríl 2016 og hon var fráboðað aftur í sama umráði tann 23. apríl 2016.
24. juni 2016 vóru Anton og bróðurin Heini á útróðri nakað sunnanvert Mykineshólm, tá ið sama likka setti seg á bátin hjá teimun.
Síðan var einki sæð til likkuna, fyrr enn í morgun 23. juni 2017, tá hon aftur var at síggja í túninum hjá Anton í Sørvági.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo