Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Júst í hesi viku kundu fleiri hundrað børn + vaksin og foreldur teirra sloppið inn í eitt heitt og turt stað at verið, tá venjing og dystir eru á vøllinum í Hoyvík.

Tí í viku 12 skuldi arbeiðið við at seta arbeiðsskúrarnar uppá pláss við Hoyvíksvøllin verið klárt, og skúrarnir skuldu verið klárir at taka í brúk. Hetta eru skúrarnir, sum vóru nýttir aftanfyri Sjónleikarahúsið sum skúlastovur, og sum síðani vóru koyrdir út til skúlan á Fløtum, og har nýttir sum arbeiðsskúrar.

Nú teir komu niðan og vóru settir við Hoyvíksvøllin, skuldu skúrarnir vera eitt stað, har man fekk uppbygt ein felagsskap fyri øll, og har børn og onnur skuldu hava eitt turt stað at vera, skifta klæðir, sleppa undir brús og ikki minst sleppa á wc.

Byggiloyvið var komið frá umsitingini og arbeiði var farið í gongd. Men nú nýggjur meiriluti er komin til, velur Tróndur (formaður í byggi-og býarskipanarnevndini) at taka byggiloyvið aftur og steðga arbeiðinum. Hetta fyri at renna ørindi fyri ein granna, sum eru við vøllin.

Ístaðin átti hann at sagt við viðkomandi granna, at her er onki skeivt farið fram, og tí verður tað soleiðis, sum umsitingin hevur avgreitt tað, til gleði fyri hundratals børn.

Spyr man seg fyri hjá umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu er svarið: Hatta er eitt fult lógligt byggiloyvi, sum ikki nøkur klaga kann gera nakað við.

Og tað sum nú eisini hoyrist er, at hetta mál hevur staðið á skrá hjá mentamálanevndini ígjøgnum fleiri vikur, men er tikið av skrá hvørjaferð, uttan at kunna geva nakra grundgeving, hví tað?

Hetta hevði annars verið eitt gilt høvið hjá KVF at tikið nakrar myndir av kringumstøðunum við Hoyvíksvøllinum og spurt, hví er tað so stórur munur á teimum ymisku økjunum í kommununi?

Sum nú er, er vøllurin í Hoyvík at líkna við eitt grótbrot við einum teppi rullaðum útyvir. Einki annað er gjørt við kringumstøðurar, sjálv um hundraðtals børn eru á vøllinum hvørja viku.

Enn ein gøla við Karlamagnussarbreyt, sum sitandi flokkar eisini varða av.

Tað var sera deiligt at síggja ÍSF-forsetan í sjónvarpsstovuni í gjárkvøldið greiða frá,  at vit mugu taka ábyrgdina í størri álvara.

Her í Hoyvík eru sera nógv fólk, sum gera eitt stórt sjálvboði arbeiði, fyri at øll skulu føla seg væl. Og fyri at brúka orðini hjá ÍSF-forsetanum, hava hesi fólk staðið við útrættaðum hondum í fleiri ár, men ongin hevur enn tikið ímótið teimum.

Stúrin foreldur at børnum hjá FC Hoyvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo